Í STROK kanst tú lesa um alt frá vinarlagi og kærleika til ítrótt, tíðindi, søgur, kelidjór, plantur, mat, ítriv, og skemtisøgur. Her er pláss fyri øllum, stórum sum smáum: Hvussu verður olja gjørd? Nær verður man forelskaður? Hví geispa vit? Hugskotini eru nógv, og eisini frá tykkum lesarum!
Í fleiri enn 55 ár hevur barnablaðið STROK verið ein góður vinur hjá børnum og ungum -- og soleiðis verður eisini í framtíðini.