Her talar Heine um, hvussu Harradømi Kristusar eigur at virka í okkum.
Í 1. Mósebók
1:28 sigur Gud við menniskjuni:
1) Nørist
2) Vaksið í tali
3) Fyllið jørðina
4) Gerið tykkum til harrar hennara
5) Ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!"
Ætlan Guds var og er, at menniskjuni skuldu vera í samfelag við Gud og undir Hansara Harradømi, og síðan nørast og bera hetta Harradømið út um alla jørðina.
Tá ið vit blivu frelst, játtaðu vit Jesus Kristus sum Harra í okkara lívi, vísandi til Rómverjabrævið 10:9-10.
Okkara uppgáva er ikki bert at siga "Harri, Harri", men eisini at gera tað. Tað vil siga, at vit skulu lata Kristusar Harradømi vaksa í okkum. Hetta er m.a. tað, sum kvalifiserar okkum til, at gerast brúður Kristusar.
Latið okkum eggja hvørjum øðrum at lata Harradømi Kristusar vaksa í lívinum hjá hvørjum einstøkum.
Í Lukas 7:1-10 bað ein rómverksur høvuðsmaður Jesus um at grøða tænara sín.
Tá høvuðsmaðurin greiddi frá síni trúgv, at Jesus hevði harradømi til bert at siga við ein "Far" ella "kom", segði Jesus, at hann ikki hevði funnið so stóra trúgv í Ísrael.
YouTube Comments - 0 Comments
Top Comments of this video!! :3